Tað hevur verið sjónligt seinastu tíðina, at HB-málverjin ikki hevur verið heilt nøgdur um sína støðu í hópinum, síðani hann varð settur á beinkin til útidystin móti svenska Elfsborg.
Eisini sat hann á beinkinum mikudagin, og tá vísti hann sjónliga ónøgd um hetta.
Og nú er so liðugt millum hann og HB. Tróndur Vatnhamar váttar fyri portalinum, at hann ikki longur er partur av hópinum.
- Sum støðan er, so er helst best, at samstarvið steðgar. Aðrar viðmerkingar enn tað, havi eg ikki, sigur Tróndur Vatnhamar.
Tað ljóðar, at Tróndur nú flytur aftur til barndómsfelagið, B36, men hetta vil spælarin sjálvur ikki gera viðmerkingar til.
Undir øllum umstøðum krevur hetta, at HB leyslatir spælaran.
Steinfinnur Mittelstein, stjóri í P/F Havnar Fótbóltur, sigur seg onga viðmerking hava til málið yvirhøvur.