Tað er í dag blivið greitt, at Tróndur Jensen hevur slitið fremra krossbandið, og spælir ikki aftur fyrr enn í fyrsta lagi um níggju til tíggju mánaðir, váttar hann fyri In.fo.
Miðvallarin hjá HB hevur verið til kanningar í Danmark og hevur fingið boðini í dag. Hann bleiv útskiftur tíðliga í fyrra hálvleiki móti Skála í farna umfari í landskappingini. Hann vónaði, at skaðin ikki var so álvarsamur, men skanningini vísur at fremra krossbandið í knænum er slitið.
##med2##
Hann er annar spælari hjá HB, sum eftir heilt stutta tíð hevur slitið krossbandið. Í seinasta minuttinum av landsdystinum millum Føroyar og Svøríki á Tórsvølli bleiv Hørður Askham, ið spældi sín fyrsta landsdyst, eisini skaddur. Skanningin í Danmark vísti, at hann eisini hevur slitið krossbandið.
Sostatt sita bæði Tróndur Jensen og Hørður Askham uttanfyri við krossbandsskaða, tá HB í morgin spælir finaluna um Løgmanssteypið. Finalan er móti Víkingi og byrjar klokkan 20. FM1 byrjar at senda klokkan 17.












