Tróndur: Hetta var ein vánalig undankapping (FM1)

(FM1) Hoyr Trónd Arge, frásøgumann og fótbóltsviðmerkjara taka samanum EM-undankappingina hjá fótbóltslandsliðnum

 

##med2##

Ein heilkiksari móti Malta á útivølli, ov nógv mál latin inn, og ov fá mál skorað.

Tróndur Arge, fótbóltsfrásøgumaður og fótbóltsviðmerkjari staðfestir, at talan var um eina vánaliga EM-undankapping hjá føroyska fótbóltslandsliðnum hjá monnum.

Nakrir glottar vóru: Ein týdningarmikil 1-0 heimasigur á Malta, gott spæl móti Noregi heima, og 70 góðir minuttir móti Rumenia, men niðurtúrarnir vóru alt ov nógvir hesa undankappingina.

Tróndur Arge heldur ikki, at ein tilkomin maður sum Guðjón Þórðarson er loysnin, ið vit hava brúk fyri til landsliðsvenjarastarvið.

Sambært Tróndi eiga vit at fáa fatur á einum yngri manni, ið er á veg fram sum fótbóltsvenjari. Ein maður, ið er ein innpískari, og sum er ímyndin av einari nýggjari framtíð.

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðuna, ið FM1 hevði við Trónd Arge seinnapartin í dag. 

(Tróndur Arge um avrikini hjá fótbóltslandsliðnum í 2019)