Tróndur í Gøtu kom í morgun til Bodø at landa Tróndur í Gøtu landar sild í Bodø í dag. Teir komu inn í morgun og verða ætlandi lidnir at landa í morgin.
Tróndur í Gøtu hevur roynt eftir sild við nót í norskum sjógvi á leiðini umleið 70-71 stig norður og 9-11 eystur. Teir hava fingið 750 tons.
Meðalvektin á sildini er 340 gram, og prísurin er 3,95 NOK fyri kilo.