- Gongst, sum ætlað, verður klárt at loysa í Skagen um fýra vikur, og nýbygningurin stevnir inn í føroyskan sjógv stutt eftir hálvan februar, sigur Dávið Jacobsen. Skrokkurin til nýggja skipið hjá Varðanum í Gøtu er smíðaður í Pólandi, og tað er Karstensens Skibsværft í Skagen, sum ger skipið liðugt.
Dávið Jacobsen, tekniskur leiðari, sigur, at sambært upprunaliga sáttmálanum skuldu teir havt fingið skipið longu í august mánaða í fjør, men hetta hevur drigið út.
- Skrokkurin var so nógv seinkaður úr Pólandi, men síðan hann kom til Skagen í august í fjør, hevur alt gingið sum eftir ánni, sum hann tekur til.
Dávið sigur, at eftir ætlan og soleiðis, sum arbeiðið gongur nú, verður skipið liðugt um ein mánaða ella so.
Nýggi Tróndur í Gøtu verður 81,6 metrar langur og 16,6 metrar breiður og fer at lasta eini 2700 tons.
Hóast nýbygningurin er heilar 14 metrar longri og stívliga tveir metrar breiðari enn gamli Tróndur í Gøtu, lasta skipini umleið tað sama, men nýggja skipið fer at bera lastina nógv betri.
Sáttmálaprísurin fyri Trónd í Gøtu liggur um stívliga 230 miljónir krónur, men við ymiskum, sum kemur aftrat, útgerð og reiðskapi, fer kostnaðurin helst at tátta í einar 250 miljónir krónur.
Dávið Jacobsen, sum eisini hevur eftirlitið við byggingini fyri felagið í Gøtu, væntar, at nýbygningurin fer tekniskan royndartúr um einar tríggjar vikur ella so.
Tað er P/F Hvamm, sum eigur skipið, og tað er P/F Varðin, sum eigur allan partapeningin í felagnum.