Nýggi Tróndur í Gøtu bleiv munandi seinkaður av skaðanum skipið fekk, tá tað bakkaði inn í eitt grótkast. Nú ljóðar, at skipið kemur til Føroya um ein góða viku Nú er meira enn ein mánaður liðin síðan nýggi Tróndur í Gøtu hjá Varðanum varð doyptur í Skagen.
Ætlanin var upprunaliga, at Tróndur í Gøtu skuldi kom til landið í næstseinastu viku, men so bakkaði skipið inn í grótkastið í havnini í Skagen.
Hetta hevði við sær, at arbeiði skuldi gerast við skrúvuna, sum hevði fingið fitt av skaða.
Tá vóru boðini, at skipið skuldi koma til Føroya í hesi vikuni, men nú vísir tað seg, at skaðin er størri enn fyrst væntað, so nú verður ikki roknað við, at nýggi Tróndur í Gøtu kemur til Gøtu fyrr enn í aðru viku.