Tróndur í Gøtu heiðraður

Sigfríður Joensen er um at vera liðugur við bókina um Trónd í Gøtu og gøtuskeggjar. Bókin verður umleið 160 blaðsíður við nógvum litmyndum. Eisini vera ættartalvur yvir kendar persónar úr søgu gøtuskeggja at finna í bókini. Ætlanin er, at bókin skal koma út á Tróndardøgum, sum eru í vikuni 12.-19. juli. Tá verður eisini reist standmynd yvir Trónd í Gøtu. Eisini verða tiltøk við tónleiki, sjónleiki, fyrilestrum, framsýningum, gongutúrum og øðrum.