Skipsvanlukka
Tróndur í Gøtu fann líkini av fýra av manningini av týska trolaranum, Hansa, sum gekk burtur í ein útnyrðing úr Írlandi fyri eini viku síðan.
Tá Hansa tann 6. mars sendi út neyðarkall, var Tróndur í Gøtu staddur stutt frá teimum. Teir fóru beinanveg til hjálpar, tá teir fingu boð frá eini írskari radiostøð um neyðarkallið, og vóru við í leitingini eftir manningini.
Tróndur í Gøtu bjargaði líkunum av fýra av manningini, sum lógu og flutu í yvirlivilsisbúnum. Tó høvdu teir ligið so mikið leingi í sjónum, at teir vóru deyðir, áðrenn teir vórðu funnir.
Umframt fann Tróndur í Gøtu eisini ein tóoman gummibát og ein, sum ikki var uppblástur.
Eitt norskt skip bjargaði einum av manningini og tveimum líkum, sum flutu á sjónum, meðan ein bjargingartyrla bjargaði níggju av manningini úr einum bjargingarbáti.
Tá leitingin var av, fór Tróndur í Gøtu til Killybegs í Írlandi við líkunum, áðrenn farið varð aftur til fiskiskap.