Tróndur Djurhuus fyrrverandi stjóri í Sjónvarpi Føroya, er settur í nýtt starv hjá Føroya Tele.
Tróndur Djurhuus skal hava eina stabsfunktión sum á Føroya Tele verður nevnd »Strategi og forrætningsútvikling«. Tað vil siga menning av nýggjum skipanum og tænastum, sum Føroya Tele fer at lata kundum sínum.
Telefyritøkur úti í heimi fara alt meira inn í ymsar nýggjar tænastur. Bæði tíðindaflutning, undirhald og ymsar aðrar tænastur.
Eitt tað nýggjasta er tann sonevnda WAP tænastan, har ein kann nýta fartelefonina sum eina aðra teldu. Stutt og greitt ber til at flyta Internetið yvir á fartelefonina og haðani avgreiða allar tær uppgávur, ein hevur. Tað veri seg bankaflytingar, tíðindaflutning ella hvat tað nú skal vera.
Føroya Tele fer eisini at fylgja við hesi menningini og vil fegið lata kundum sínum allar tær tænastur, sum onnur feløg kunnu lata.
Føroya Tele hevur tíðindatænastuna Olivant, sum ætlanin er at menna enn meira. Og her er upplagt, at Tróndur Djurhuus eisini er við í teirri menningini.
Sum er, er tíðindatænastan hjá Olivant at rokna sum einhvør onnur vanlig tíðindatænasta. Men ætlanir eru úti í framtíðini til dømis at lata kundar gerast haldarar av ávísum tíðindum og tænastum, sum júst passa til tørvin hjá tí einstaka.
Samstarv hevur verið millum Olivant og Sosialin á hesum øki. Men blaðmaðurin frá Sosialinum, sum hevur røkt hesa tænastuna, fer nú í starv sum tíðindamaður hjá Føroya Tele burturav.