Fimti og seinasti dysturin í 16. umfarinum í effodeildini verður størsti klassikkarin í føroyskum fótbólti, nevnliga dysturin millum javnaldrarnar, HB og KÍ.
KÍ liggur næstovast á stigatalvuni við 32 stigum, trý stig aftanfyri oddaliðið, Víking. HB liggur á einum 6. plássi við 18 stigum. Bæði liðini hava brúk fyri at vinna. KÍ fyri at hála inn á Víking, og HB fyri at nærkast evropeisku plássunum á stigatalvuni.
Effodeildardysturin millum HB og KÍ byrjar klokkan 16 í dag.
Tróndur Arge fer nú aftur at siga frá tí heimliga ítróttinum aftaná søguligu HM-ferðina í Algeria, og hann sigur frá dystinum millum HB og KÍ á Rás2.
Øll kunnu lurta við á www.midlar.fo, og annars á FM 88,7, FM 95,9 og á FM 98,7.
In.fo fer eisini at hava beinleiðis tekstfrásøgn frá dystinum. Samanumtøkur og ljóðsamrøður koma út á in.fo, tá dysturin er liðugur.










