Tróndur aftur til Neistan

Tróndur hevur seinnu árini ment seg til at vera ein av avgjørdu lyklaspælarunum hjá Neistanum, og hann var eisini partur av landsliðshópinum, áðrenn hann í summar fór at fjakka.

Ferðin, sum millum annað hevur tikið hann til Hong Kong, Vietnam og Cambodja, er nú av, og á heimasíðuni skrivar Neistin, at Tróndur nú aftur er til reiðar at tørna út fyri felagið.

? Nú eri eg komin heim og eri byrjaður at venja aftur. Renni og venji styrkivenjingar. Eri eg nóg góður, og venjarin ætlar at brúka meg á besta liðnum, sigi eg ikki nei takk, sigur Tróndur Kragesteen við heimasíðuna.