Átrúnaður við skynsemi

Hanus Kamban

“Øll, sum stíga fram í politikki og siga seg umboða ella kenna Guds vilja ella ætlan, í roynd og veru umboða eina minkaða, skerda og kanska stundum spilta ella avskeplaða Guds-hugmynd. Á hin bógvin ber til at siga, at ateisturin, sum sigur seg ikki trúgva upp á Gud, óbeinleiðis letur upp fyri Guds-hugmyndarinnar endaloysi og markloysi. Hann ella hon kann tí stundum standa hesum hugtaki nærri enn tann trúgvandi (...).

Religión er tó ikki bara trúgv ella abstrakt hugsan, men partur av mentan og sosialum lívi. Í hesum leikluti er hon eftir mínum tykki ein róttøkin megi, ein frumtørvur, og tað er líka so høpisleyst at vilja avtaka hana sum at vilja avtaka tjóðina ella kynslívið. Tað er tí skilabest at leggja seg eftir at liva við hesum tørvi, við virðing, við skynsemi, við hógv og við eftirliti.”