Trý nøvn afturat vestur í Vágar

Bluestónleikur úr Froðba, andaligur tónleikur úr Kvívík og fólkatónleikur úr Sørvági.

 

Tað er tað nýggjasta, sum er á skránni, tá ið stevna við Country- og Bluestónleiki verður í Sørvági 7.-8.- juni.

 

Í dag kunngera fyrireikararnir trý nøvn afturat, sum fara at spæla á stevnuni og tey eru Froðbiar Sóknar Bluesorkestur, Magni Christiansen og Tórfríð&holgar.

 

Froðbiar Sóknar Bluesorkestur er ein bólkur, ið borgar fyri spæligleði, svingandi tónleiki og undirhaldi. Løgini teir spæla, eru løg hjá meistarum sum Muddy Waters, Otis Rush, Freddie King, Elmore James, Eric Clapton og Stevie Ray Vaughan, sum teir síðani sníkja sín eyðkenda stíl inn í.

 

Teir ið manna Froðbiar Sóknar Bluesorkestur eru: Kristian Holdbæk sang, Vilhelm Meyer bass, Dennis Lave trummur, Páll Lave guitar, Dávið Jacobsen guitar og Pætur Dam keyboard.

 

Niðanfyri er eitt lítið brot við teimum at hoyra

 

Magni Christiansen spælir andaligan tónleik, og hann er mangan at hoyra á ymsum tiltøkum og í radio

Afturat Magna, sum spælir guitar og syngur, eru Annfinn Jacobsen trummur, Eivin Christiansen bass, Øssur Christiansen kassaguitar og sang, Arnbjørn Sivertsen el guitar og Terji Vestergaard keyboard og sang.

 

Vágafólkini Tórfríð Tavsen og Holgar Jacobsen hava spælt saman í eitt gott ár, og tey spæla fólkatónleik við íblástri av tí sermerkta vágaljóðinum.

 

Nú eru 13 nøvn klár til tónleikatiltakið í Sørvági og afturat hesum trimum, eru tey Eve Selis, Tamra Rosanes, Hallur Joensen, Kristina Bærendsen, Uni Debess, Tinganest, Rannvá Vesturklett, Sámal Ravnsfjall, Jackson og Blátt Gras.