Trý nýggj met í svimjing

FM í svimjing fór av bakkastokki í svimjihøllini í Gundadali í morgun, og longu nú eru fyrstu føroysku metini og juniormetini komin undan kavi.

 

Astrið Foldarskarð úr Ægir setti í morgun nýtt føroyskt met í 50 metra firvaldasvimjing við tíðini 28.44, har føroyska metið hjá Astrið frá Ægir-stevnu í november 2011 var 28.45.

 

Kristina Elin Thomsen úr Suðuroyar Svimjifelag setti somuleiðis nýtt juniormet í 50 metra firvaldasvimjing við tíðini 28.49, har metið hjá Biritu Debes frá HS-stevnu í apríl 2011 var 28.85.

 

Tað sama gjørdi Turið S. Christiansen úr Ægir. Hon setti nýtt juniormet í 200 metra blandaðari svimjing við tíðini 2:23.95, har metið hjá henni frá FM/JM 2011 var 2:24.52.

 

FM í svimjing heldur fram í kvøld, leygardagin og sunnudagin.