Trý nýggj feløg sóu dagsins ljós í síðstu viku. Tað upplýsir Business Line í nýggjastu dagføringini yvir broytingar í vinnuskránni farnu viku. 
Tey nýggju feløgini eru smápartafelagið the Kitchen, ið hevur heimstað í Hvannasundi og skal eiga og reka matstovuvirksemi, smápartafelagið Samverk, ið hevur heimstað í Tórshavn og skal virka innan byggivinnuna, og íverksetarafelagið Líðarvegur 35, ið hevur heimastað í Vági og hevur til endamál at keypa, selja og útleiga fastar ognir. 
Umframt nýggj feløg eru nøkur feløg strikað, meðan onnur hava fingið nýggjan stjóra. 
Allar broytingarnar í vinnuskránni í farnu viku síggjast við at trýsta á her.  

Trý nýggj feløg sett á stovn












