Trý nýggj føroysk met

Føroyskir svimjarar taka í hesum døgum lut í HM, sum er í Rom. Og í gjár vóru tvey nýggj føroysk met sett.

Kári á Høvdanum setti føroyskt met í 50 metrar firvald í gjár. Hann svam teinin við tíðini 26,03 sekund. Tað rakk ikki til finalupláss.

Sheila Millum Garðarnar setti eisini føroyskt met, tá hon svav teinin á 100 metrar firvald við tíðini 1.08,17. Hon svam seg tó ikki til finalupláss.

Birita Debes setti føroyskt juniormet, tá hon í morgun svam 100 metrar rygg. Tíðin var 1.10,30.

Tað eydnaðist ikki Páli Joensen at svimja seg í finaluna í HM í 400 metrum frí. Í innleiðandi kappingini sunnumorgunin svam hann teinin við tíðini 3.48,93. Og tað var trý sekund frá finaluplássi.

Heimsmeistarakappingin í Rom byrjaði í gjár og heldur fram til sunnudagin.


- uni