Træmaðurin fingið skurðviðgerðir

Sonevndi træmaðurin í Indonesiu hevur nú fingið viðgerð fyri sína húðsjúku. Viðgerðin hevur hjálpt, og maðurin hevur nú eitt frægari lív Sjálvur sigur 37 ára gamli Dede Koswara, sum maðurin kallast, at tá hann er vorðin frískur aftur, fer hann at finna sær eitt arbeiði - og kanska eina konu.

Maðurin gjørdist kendur um heimin sum ?træmaðurin av Java?, tá hann í fjør var við í eini dokumentarsending hjá Discovery.

Í 20 ár hevur hann livað við einum slagi av húð-virus, sum fjalir ein fittan part av kroppi hansara við børk-líknandi vøkstri.

Undir fýra væleydnaðum skurðviðgerðum hevur eydnast læknunum at skera burtur nakrar av vøkstrunum, sum tilsamans vigaðu fýra pund.

Tað veit The Daily Thelegraph at siga.

Viðgerðin er ikki liðug, men hevur longu gjørt lívið hjá Koswara nakað lættari.

- Áður var tað nógv, eg ikki kundi gera, men nú kenni eg meg lættari. Eg kann eta sjálvur ? og skriva, sjálvt um mín hondskrift er ljót, sigur hann í samrøðu av sjúkrahúsinum.

Koswara sigur, at sjúkan byrjaði sum skriði. Síðan fekk hann smáar vøkstrir, sum hann í fyrstani ikki hugsaði so nógv um. At enda spreiddu hesir seg víða um kroppin. Hann noyddist at gevast at arbeiða, og tá hann ikki longur megnaði at forsyrgja familjuni, rýmdi konan fra honum.

Helst noyðist Koswara undir einar 3-4 skurðviðgerðir aftrat, áðrenn hann kann fáa eitt nøkulunda vanligt lív aftur.

- So skjótt, eg eri frískur aftur, fari eg at finna mær eitt arbeiði ? og hvør veit? Kanska finni eg eisini eina nýggja konu, sum eg kann gifta meg við, sigur hann við The Daily Thelegraph.