Trý mál á muni

Tvøramenn liggja best fyri, men tað skal bara heilt lítið til, um sandoyingar skulu yvirhála á seinasta leikdegi

2. deild

Bert eitt umfar er eftir í næstbestu mansdeildini í fótbólti, og spenningurin fær valla verið størri enn tað sama í løtuni.
Undan hesum umfarinum vóru TB og B71 á odda, og tað eru tey framvegis.. TB hevði á pappírinum sera trupla uppgávu, tá teir skuldu til Hvalbiar at takast við grannarnar úr Royn. Ein dystur, sum Royn helst sær sum ein hin sørsti á árinum, og tað eydnaðist eisini at geva TB ein hvøkk, tá Gisli Sveinbjørnsson legði vertirnar á odda.
Ghanesiski Emmanuel Larby megnaði tó at javna fyri TB, og so settu uppflytingarkandidatarnir seg á dystin. Búi Mortensen og Daniel Nyarko øktu hvør sínu megin steðgin, og tó at Rúni Thomsen fekk minkað um munin fyri TB, so syrgdi Larby við enn einum máli fyri, at TB framvegis er á uppflytingarkós.
Hjá B71 ráddi fyrst og fremst um at vinna dystin móti KÍ, og harnæst helst at vinna so greitt, sum tað yvir høvur var gjørligt. Partvíst eydnaðist hetta eisini, tí við 4-0 sigrinum var ongantíð nakar sum helst ivi um, hvar stigini skuldu enda.
Men tað kann væl vísa seg, at sigurin hjá sandoyingunum var í minna lagi, tí hóast greiða sigurin, so er støðan framvegis tann, at TB eru trý mál betri enn B71 á stigatalvuni.
Tað hevur annars onkra tíð verið tosað um, at TB kortini er betri enn B71, tí meðan B71 vann heimadystin móti TB við 3-1, vann TB ikki minni enn 6-2, tá B71 vitjaði á Sevmýru.
Her eru reglurnar tó tær, at málini í hesum dystunum ikki hava tað heilt stóra at siga. Tá innanhýsis uppgerðirnar verða gjørdar upp, eru tað bara stigini, sum telja, og her standa liðini jøvn, so í verandi støðu er tað samlaði málmunurin, sum ger av, hvat liðið er betri.,
Og so kann tó kortini sigast, at málini í innanhýsis uppgerðunum hava sín týdning. Í øllum førum munnu tey í B71 iðra seg um, at tapið á Sevmýru skuldi gerast somikið greitt. Var talan t.d. um eitt 4-2 tap, vildi B71 í dag verið eitt mál betri, men tá er so talan um hypotesur, sum hvørki TB ella B71 fáa gjørt nakað við. Her ræður fyrst og fremst um at vinna ? og helst stórt ? tá seinasta umfarið er á skránni komandi vikuskifti. Tá skal B71 vitja hjá B36, sum leygardagin vissaði sær enn eitt ár í næstbestu deildini, meðan TB á heimavølli fær vitjan av VB, sum longu er flutt niður.

Bronsa á Argjum
Júst B36 og VB leiktu annars sínamillum leygardagin, og tá gjørdust omanfyristandandi staðfestingar veruleiki. VB var annars liðið, sum byrjaði betri, men B36 ? og serliga Tummas Hans Rubeksen ? endaðu tó omaná. Ungi leikarin gjørdi ikki færri enn fýra av málunum hja árstalsfelagnum, sum við sigrinum økti munin niður til níggjunda plássið upp í seks stig, samstundis sum tað endaliga gjørdist greitt, at næstbesta VB liðið í komandi kappingarári skal spæla fótbólt í triðju deild.
Í Leirvík helt LÍF fram við góðu úrtøkuni, eftir at teir annars máttu steðga eitt lítið sindur á, tá Tb fyri stuttum fekk javnleik. Hesaferð vitjaði FS Vágar, og tað var heilt skjótt, at tað gjørdist greitt, at LÍF veruliga er væl fri. Niels Paul Justinussen, Sølvi Vatnhamar og Petur Sjúrðarberg skutu eitt mál hvør fyri steðgin, áðrenn Sølvi í seinna hálvleiki kundi staðfesta sigurin, sum lyfti leirvíkingarnar upp á fjórða plássið í deildini.
Seinasti dysturin var á Argjum, har Sumba vitjaði. Sumbingar komu á odda, men AB vann dystin við trimum málum móti ongum, men hóast bara trý stig eru upp til tey ovastu, so mugu tey í AB helst ásanna, at tað so ikki verður í ár, at tey fáa møguleikan at spæla seg upp í bestu deildina. Málmunrin hjá AB er nevnliga somikið nógv verri enn hjá TB og B71, at tað skulu onkur heilt óvanlig úrslit til, um argjamenn skulu vinna seg longur upp. So kunnu teir iðra seg um, at tað ikki eydnaðist at fáa størri úrtøku burtur úr heimadystunum móti eitt nú Royn, LÍF og B36, sum allir vórðu taptir. Tað fær felagið so ikki gjørt nakað við nú, men eitt bronsupláss í deildini er tó besta úrslitið í felagssøguni, so heilt misnøgd munnu tey kortini ikki vera, tá alt kemur til alt.

LÍF-FS Vágar 4-0(3-0)
1-0 Niels Pauli Justinussen
2-0 Sølvi Vatnhamar
3-0 Petur Sjúrðaberg
4-0 Sølvi Vatnhamar

B71-KÍ 4-0(1-0)
1-0 Eli Hentze br.
2-0 Jónsvein Thomsen
3-0 Jónsvein Thomsen
4-0 Clayton Soares

Royn-TB 2-4(1-2)
1-0 Gisli Sveinbjørnsson
1-1 Emmanuel Larby
1-2 Búi Mortensen
1-3 Daniel Nyarko
2-3 Rúni Thomsen
2-4 Emmanuel Larby

VB-B36 2-5(2-1)
0-1: Tummas Hans Rubeksen
1-1: Birgir Jørgensen
2-1: Sigmund Mikkelsen
2-2: Tummas Hans Rubeksen
2-3: Tummas Hans Rubeksen
2-4: Áki Mørk
2-5: Tummas Hansen Rubeksen

AB-Sumba 3-1 (2-1)
0-1: Rene Thomsen
1-1: Eyðun Samuelsen
2-1: Eyðun Samuelsen
3-1: Nikolaj Erikasen