Trøllapætur vitjar

Í samband við at jólamerkini 2006 vóru útgivin í gjár hevði Postverkið eitt tiltak fyri børnum í Miðlahúsinum.


Meðan børnini bíðaðu eftir Trøllapæturi, sang Steintór Rasmussen nakrar sangir saman við teimum.
Trøllapætur kom síðan larmandi oman ígjøgnum trappurnar, og segði børnunum at hann var einsamallur í dag tí omman var sjúk. Hon hevði ilt í búkinum og tannapínu og skuldi til frisør og alt møguligt. Børnini sótu á gólvinum og hugdu spent upp á Trøllapætur, sum sang fyri teimum.
Eftir tveir sangir helt Trøllapætur seg hoyra onkran gráta. Hann fór upp ígjøgnum trappurnar og kom aftur við Trøllababy.
- Bara eitt høvd er vaknað, segði hann børnunum.
Hann fekk Trøllababy at syngja ein sang, og aftaná var ein genta so heppin at hon slapp at mussa baby.
Aftaná sluppu børnini at taka myndir saman við Trøllapæturi og onkur fekk eisini autograf frá honum.