Trøllaomman byggir hús

Húsini úti í Geil skulu bæði um- og útbyggjast. Í løtuni arbeiðir omman við at fígging, men tað roknar hon við kemur í rættlag

Trøll

Saman við Trøllapæturi hevur Trøllaomman í longri tíð hugsað um at gera nakað við tey so væl kendu húsini. Trøll verða jú gomul, og trøllahús halda sum so ikki longur enn hús hjá okkum vanligu menniskjum, og tí hava ábøtur verið harðliga tiltrongdar í eina tíð.
Men slíkt kostar, og tað er avmarkað, hvussu nógv omman hevur kunnað forvunnið sær av peningi við vanligum arbeiði. Bæði tí hon sum heild hevur havt trupult við at halda fast í nøkrum starvi, og tí tað eisini kann er trupult at fáa tíðina at strekkja til, um hon skal hava fult starv, samstundis sum hon skal jagstra leikamafiuna, ferðast til Spaniu at vitja Ossa, gera ræstan fisk og garnatálg til Trøllapætur og mangt annað.
Men nú sær kortini út til at muna nakað hjá ommuni. Saman við Trøllapæturi hevur hon forvunnið nakað við at geva út filmar, fløgur og onkra bókina eisini, og tí er nakað av peningi komið á bók.
Enn er endaliga fíggingin ikki komin í rættlag, men sum skilst, so er komið væl áleiðis í hesum. Byggiloyvi og annað kann ofta verða ein trupulleiki, tá talan er um gomul hús. Men málið hevur longu verið fyri á býráðsfundi í Klaksvík, og har tykjast allir partar vera positivt innstillaðir mótvegis ætlanini.