Seinnapartin fríggjadagin og fríggjakvøldið skipaðu vestmenningar eisini fyri stórum og áhugaverdum tiltøkum, sum savnaðu nógv fólk.
Eitt av hesum tiltøkum var langteinakappróður, og eisini kom trøllafamiljan á vitjan við tyrlu, eins og børnini sluppu at uppliva eitt stórt krígsskip við kanónum.
Skipað varð eisini fyri væleydnaðari barnakonsert, og seinni fríggjakvøldið vóru vælumtóktu Páll Finnur Páll á palli í Ítróttarhøllini í Vestmanna.










