Trølla Pætur í nýggj hús

Á Summar Festivalinum flyta Trølla Pætur og Trølla Omman inn í nýggj hús í Klaksvík.

Húsini standa við sjóvarmála á Biskupstøð mitt í Klaksvík.

Innflytingarveitslan hjá Trølla Pætur verður á Summar Festivalinum. Leygardagin 6. august kl. 13 eru Trølla Pætur og Trølla Omman vertur í heilt serligum trøllaroki, har vinir og kenningar vitja hugnaligu, snotuligu og fittu trøllahúsini.

Við røðum, skemti, sangi og leskiligum trøllavatni, bjóðar Trølla Pætur øllum børnum og barnsligum sálum eitt sætt rok av undirhaldi og skemti, sum síðani endar í festligum karnivali og skrúðgongu rundanum og inn í sjálvan festivalin, har Baboo og Basim verða á skránni – og seinni um dagin verða Kular Røtur at hoyra.