Nýggjur føroyskur barnafilmur við Trølla Pæturi, Trølla Ommuni, Erling Politisti og Kulum Rótum kemur á marknaðin leygardagin. Í hesum sambandi verður nógv gjørt burturúr. Sum nakað heilt nýtt verður filmurin frumsýndur í Havnar Bio. Íalt verða tríggjar sýningar, og hesar verða allar fríggjadagin. Tann fyrsta verður kl. 15.00, tann næsta kl. 16.15 og tann síðsta kl. 17.30.
Trølla Pætur og Omman fara at bjóða vælkomin og at heilsa uppá øll tey vitjandi. Leygardagin kl. 10.00 signera omman og Trølla Pætur filmin í Elding í SMS, og klokkan 12.00 verða tey at hitta í Elding í Saltangará. Mánadagin kl. 16.00 vitja trøllini deildina hjá Elding í Klaksvík.
Mánakvøldið og týskvøldið kl. 19.00 kunnu norðoyingar síggja filmin í mentunarhúsinum í Atlantis, sum nýliga er latið uppaftur.
Nýggi og hendingaríki filmurin er innspældur í Føroyum og í Grønlandi. »Hvar er Nósi« er 50 minuttir langur, og innihaldið er hóskandi fyri alla familjuna.