Tað var annars einki, sum bendi á, at tað skuldi blíva ein spennandi dystur í fyrra hálvleiki. Alt riggar hjá Kyndli. Spælið er skjótt og gott. Mál koma upp á alt frá skjótálopum til góðar innspælingar til strikuna.
Hálvleiksstøðan er ein greið 15-7 leiðsla til Kyndil. Spurningurin er um leiðslan var ov stór, tí Kyndil kom ikki út til seinna hálvleik. Tað gjørdi StÍF hinvegin. Tær fingu tamarhald á verjuspælinum, og Kyndil skoraði bara tvey mál fyrsta korterið í seinna hálvleiki.
Við Rebekku Justinussen á odda útjavnar StÍF leiðsluna tá 17 minuttir eru spældir. Tríggjar minuttir fyri tíð er StÍF á odda við tveimum málum. Kyndla álopið er ráðaleyst og bólturin vil ikki í málið.
Tveir minuttir fyri tíð fær Kyndil brotskast og StÍF fær útvísting. Kyndil minkar um munin og StÍF tekur time out við hálvum øðrum minutti eftir. Kyndil vinnur bóltin aftur við hálvum minutti eftir, men langa avleveringin er óneyv og StÍF kann avgera dystin.
StÍF er framvegis aftast, men hevur nú fýra stig. Kyndil er á øðrum plássi við níggju stigum.
- - -
Kyndil - StÍF 19-21 (15-7)
Kyndil: Simona Jacob 5, Turið Arge 5, Anja Heinadóttir 5, Anna Brimnes 2, Jórun S. Ludvig 1
StÍF: Rebekka Justinussen 9, Paula Høgnesen 5, Fríðrún Danielsen 4, Bára Berthelsen 2, Lena Weihe 1