Ótrúligur dystur

Tað var einki minni enn ein fótbóltsuppliving av teimum heilt stóru, tá HB og EB/Streymur spældu seinna hálvfinaludystin í steypakappingini

Steypakappingardysturin millum HB og EB/Streym í Gundadali verður seint gloymdur. Ikki fyri vakra fótbóltsspæli, men fyri mongu málini, nógvu feilirnar og ófat­iliga dramatikkin.
Fyrri dysturin endaði 4-1 til EB/Streym. Sostatt skuldi HB vinna minst 3-0, um liðið ætlaði at spæla seg víðari. Og tá klokkan vísti 59 minuttir broyttist støðan frá 2-0 til 3-0! Eitt ótrúligt úrslit og eitt ótrúligt comeback av HB, sum hevði tapt teir báðar undanfarnu lands­kappingardystirnar. Helt úrslitið sær, hevði høvuðsstaðarfelagið gjørt tað ógjørliga og spælt seg víðari!
Tað gjørdi tað flestum kunnugt ikki. Heili fýra mál komu aftrat í dystinum, soleiðis at tær báðar hálvfinalurnar liðanna millum taldu heili 12 mál.

Høvdu alt at vinna
Endaliga úrslitið gjørdist 5-2. Við øðrum orðum gjørdi HB tað, sum skuldi gerast frameftir vøllinum, men í verjustøðu vóru teir ikki nóg ansnir, ásannar Sigfríður Clementsen, venjari hjá HB.
– Útgangsstøði var, at EB/Streym­ur hevði alt at missa og vit høvdu alt at vinna. Tá haldi eg eisini, at vit sóu. Serliga í fyrra hálvleiki var munurin stórur millum liðini. Í seinna hálvleiki kom Pauli G. Hansen á vøllin, og tá gjørdist spælið hjá EB/Streymi meiri skipað. Kortini skapa vit møguleikar, men geva so tvey mál burtur, sum eru ov løtt. Hetta er eisini tað, sum eyðkennir EB/Streym, at teir hava so sterkar einstaklingar, sum skora mál burtur úr ongum, sigur Sigfríður Clementsen um dystin.

20 minuttir nóg mikið
Eisini Heðin Askham ásannar, at tað var HB, sum stýrdi dystinum.
– Fyri okkara viðkomandi var hatta ein øgiliga keðiligur dystur, har einki riggaði. Vit eru við í tilsamans 20 minuttir, har vit eisini skora tvey mál. Annars riggaði einki og ongar avtalur vóru hildnar. Vit skulu prísa okkum lukkuligar fyri, at vit førdu 4-1 undan dystinum, sigur Heðin Askham.