Hondbóltsvirksemið í landsins bestu deildum hevur verið í høllini á Hálsi í kvøld, har bæði mans- og kvinnuliðini hjá Neistanum og StÍF hava spælt ímóti hvør øðrum.
Hjá monnunum var Neistin ávegis einum trivaligum sigri, men alt broyttist í seinna hálvleiki. Miðskeiðis í fyrra hálvleiki vóru neistamenn á odda 10-6, og hendan leiðslan varð útbygd somikið nógv, at Neistin fór til hálvleiks á odda við heili átta málum - 19-11. Dysturin tyktist avgjørdur.
Fyrstu 10 minuttirnar í seinna hálvleiki var framvegis sjey mál á muni, so onki bendi á, at leiðslan hjá neistamonnum fór at koma í vanda. Men so bleiv. Upp á fimm minuttir megnaðu strandingar at minka munin niður í fýra mál, og síðsta korterið eydnaðist tað at eta leiðsluna hjá Neistanum upp. Endin var tann, at dysturin endaði við javnleiki 28-28.
Úrslitið merkir, at Neistin verður verandi sum nummar fimm í FTZ-deildini við 17 stigum, har heili seks stig eru upp til finalupláss. StÍF er nummar seks og næstaftast við 11 stigum og hevur sum so ikki nakað serligt at spæla fyri.
Í kvinnudystinum ímillum liðini, sum varð spældur frammanundan mansdystin, góvu strandingar neistakvinnum góða mótstøðu, men Neistin vann kortini væntaða favorittsigurin við úrslitinum 28-24. Neistakvinnur eru nú einsamallar á odda í Hvonndeildini við 26 stigum, men tó hava tær spælt ein dyst fleiri enn kyndilskvinnur, ið hava 24 stig. Kvinnurnar hjá StÍF eru aftast í Hvonndeildini við fýra stigum.
Málskjúttarnir í kvøldsins dystum síggjast niðanfyri:
Menn: Neistin-StÍF 28-28 (19-11)
Neistin: Rói Berg Hansen 7, Torkil Hentze 6, Teis Horn Rasmussen 5, Andras Joensen 5, Pætur Mikkjalsson 2, Hjalti í Jákupsstovu 1, Herbjørn Lava 1 og Sjúrður Thomasen 1.
StÍF: Sveinur Justinussen 13, Allan Norðberg 5, Kjartan Johansen 4, Pætur Johansen 3, Borgar M. Persson 1, Jógvan G. Joensen 1 og Fríði G. Djurhuus 1.
Kvinnur: Neistin-StÍF 28-24 (16-10)
Neistin: Birita Ingolfsdóttir 9, Marjun F. Danberg 7, Eir Berg 6, Fríða á Dunga 3, Lilja Mohr 2 og Barbara Johannesen 1.
StÍF: Ninna Katrin Johansen 7, Durita Hummeland 5, Poula B. Dulavík 3, Birna Tummasardóttir 3, Emmy Ingibjørg S. Kass 3, Sunfríð B. Johansen 1, Vár D. Poulsen 1 og Bára B. Danielsen 1.