Ótrúliga harmiligt

Ein av lyklaleikarunum á føroyska manslandsliðnum, Heini Hanusarson, heldur tað verða øgiliga spell, at samstarvið millum HSF og Lars Nedergaard er komið at enda

Landsliðshondbóltur

Sterki høgri bakkurin á føroyska landsliðnum, Heini Hanusarson, var ógvuliga harmur um at hoyra, at Lars Nedergaard ikki longur er venjari hjá føroyska manslandsliðnum. Heini sigur, at honum hevur dámt Lars Nedergaard serstakliga væl sum venjara.

Kennir mentanina í Føroyum
Sjálvur heldur Heini Hanusarson, at tað hevur verið ein stórur fongur hjá føroyska hondbóltinum at hava Lars Nedergaard sum venjara, tí hann kemur útifrá, men kennir føroysku mentanina avlíkavæl. Við tað at Lars býr í Danmark, men samstundis hevur búð í Føroyum og virkað innan føroyskan hondbólt, hevur hann hollan kunnleika til munin á føroysku og donsku ítróttarmentanini, sigur Heini Hanusarson.
Lars Nedergaard hevur lagt stóran dent á kropsligu venjingina, og tað er nakað, sum Heini Hanusarson leingi hevur saknað í føroyskum hondbólti. Til dømis nevnir Heini Hanusarson, at danin hevur verið í sambandi við øll tey føroysku hondbóltsfeløgini og umrøtt kropsligu venjingina. Hetta er eitt øki, har vit eru langt aftan fyri okkara grannar, sigur Heini, og hann heldur, at umstøðurnar til júst kropsliga venjing halta í nógvum av føroysku feløgunum.
Somuleiðis heldur Heini Hanusarson, at tað er vert at hava í huga, at ein venjari sum Lars Nedergaard fær nógva inspiratión í Danmark, og at hann veruliga brennur fyri sakini. Lars hevur gingið inn fyri tí við lív og sál, sigur kollfirðingurin og leggur afturat, at hann dugir illa at síggja, at tað finst nakar venjari her á landi, ið kann geva landsliðnum eins nógv og Lars Nedergaard. Hann hevur verið ótrúliga seriøsur í mun til uppgávuna, heldur Heini Hanusarson.

Neyvan slíkan venjarakapacitet í Føroyum
Í grein aðrastaðnis í blaðnum sigur formaðurin í HSF, Eivind Jacobsen, at nú verður farið at lýsa eftir nýggjum landsliðsvenjara, og at tað fyrst og fremst verður leitað í Føroyum. Hetta eru ikki tíðindir, ið hóva Heina Hanusarsyni, tí hann heldur ikki, at ein slíkur venjarakapacitetur sum Lars Nedergaard er at finna her á landi. Heini sigur, at eftir hansara tykki eru tað bert einir fýra ella fimm skikkaðir fyrstadeildarvenjarar í hondbólti, ið eru føroyingar. Um so er, at ein føroyingur verður settur sum landsliðsvenjari, heldur Heini Hanusarson, at tað er eitt hugskot, at HSF setur ein skikkaðan kropsligan venjara, ið skal verða tengdur at landsliðnum. Her hugsar Heini t.d. um vágbingin Magna Mohr, ið er kropsligur venjari hjá B36. Somuleiðis heldur Heini Hanusarson, at tað tykist eitt sindur løgið, at HSF fer í miðlarnar at lýsa eftir einum landsliðsvenjara, tí tá átti at verið talan um eitt starv, har HSF fór út at leita eftir honum, tí alternativini eru fá í Føroyum, og útlendskir hondbóltsvenjarar lesa neyvan føroysku bløðini,sigur Heini Hanusarson.
Sjálvur hevur kollfirðingurin leikt hetta seinasta hálvárið við Neistanum, eftir at hann hevði leikt eitt hálvt ár við TMS Ringsted í bestu donsku deildini. Komandi summar gongur leiðin aftur til Danmarkar og Odense, har lesturin bíðar, men enn hevur Heini ikki tikið støðu til, hvar hann fer at leika, tá ið hann kemur niðuraftur. Heini sigur, at hann bíðar eftir at vita, um tað fer at eydnast TMS Ringsted at verða verandi í bestu deildini, tí so fer hann allarhelst aftur har at leika.