-Ótrúliga flott av vestmenningum

Annar av dómarunum sunnudagin í dystinum millum Kyndil og VÍF, Kristian Johansen, er fegin um, at VÍF hevur tikið í egnan barm, og tikið avleiðingarnar av tilburðinum sunnudagin.

- Hatta er ótrúliga flott av vestmenningum, sum sanniliga vísa góðan ítróttaranda, tí hondbóltssambandið kann ikki gera tað stóra við málið, sigur Kristian Johansen

Dómarin sunnudagin leggur afturat, at um Kyndil var í somu støðu, so høvdu teir ivaleyst eisini tikið avleiðingarnar.

HSF hjálparsleyst
Hondbóltssambandið kann ikki gera nakað við keðiliga tilburðin sunnudagin, tí dómararnir sóu ikki hendingina. Møguligar avleiðingar av einari slíkari hending, er treytað av frágreiðingini frá dómarunum. Tá hesir ikki sóu hendingina, so stendur honbóltssambandið á berum.

Spurningurin er so, um sjónvarpsupptøkur av honbóltsdystum skal nýtast í framtíðini sum prógv, tá slíkt rok sum sunnudagin tekur seg upp.

- Í løtuni hava vit ikki loyvi at nýta sjónvarpsupptøkur, men tað kundi verið sera hent í fleiri førum, vísir Kristian Johansen á.

Sjónvarpsupptøkur eru heldur ikki loyvdar sum prógv í altjóða dystum, og enn røkist ikki fyri, at tær vera loyvdar í nærmastu framtíð.

Kristian Johansen sigur at enda, at sjónvarpsupptøkur høvdu bæði verið til gagns fyri dómararnar og sanniliga eisini hondbóltsspælararnar.