Ein maður skeyt í dag skeyt dag eftir løgreglufólki inni á einari løgreglustøð í amerikanska statinum New Jersey, og tað eydnaðist honum at særa trý løgreglufólk, áðrenn onnur skutu mannin, so hann doyði.
Løgreglan í Gloucester sigur, at ein ógvusligur bardagi tók seg upp inni á løgreglustøðini, tá ein maður var til avhoyringar. Í øllum ruðuleikanum eydnaðist tað manninum at fáa fatur á einari skammbyrsu og at skjóta trý løgreglufólk, tveir menn og eina kvinnu. Annnar løgreglumaðurin mátti leggjast undir skurð beinanvegin, men hini bæði fingu ikki stórvegis skaða.
Gloucester er stutt sunnan fyri stórbýin Philadelphia og 270 kilometrar frá Newtown, har ein ungur maður skeyt 26 fólk í einum skúla stutt fyri jól.