Trý konufólk afturat á listan

JAVNSTØÐA Tað gjørdi mun at finnast at manglandi javnstøðuni ímillum kynini á listanum hjá Sjálvstýrisflokkinum til Fólkatingsvalið

Nú eru trý konufólk afturat komin á listan hjá Sjálvstýrisflokkinum til Fólkatingsvalið 15. september.
Sosatt má staðfestast, at hvøssu atfinningarnar ímóti manglandi javnstøðuni á upprunaligalistanum, hava havt sína ávirkan.
Á upprunaliga listanum vóru sjey valevni, men av teimum var bara eitt konufólk og tað var ein ójavnvág ímillum kynini, sum leyp í eyguni.
Tað gjørdi ikki støðuna mætari, at hendan einstaka hønan ímillum allar hanararar, var ongin annar enn Kristianna W. Poulsen, forkvinna í Javnstøðunevnini.
Samstundis er formaður í Sjálvstýrisflokkinum, Kári á Rógvi, enntá fyrrverandi formaður í javnstøðunevndini og hesi bæði viðurskifti fingu mong at undraðist á, at flokkurin ikki føldi eina størri og heilt serstaka skyldi at hava betri javnvág ímillum kynini.

Trý konufólk afturat
Síðani kom eitt og annað fram um orsøkina til, at bara eitt konufólk stillaði upp fyri Sjálvstýrisflokkin og ein orsøk skuldi vera, at ónøgd var við leiðsluháttin hjá formanninum, Kára á Rógvi.
Men tað varð skjótt, at trýstið kring alt landið um at fáa fleiri konufólk á listan, harðnaði og úrslitið var, at nú eru trý konufólk afturat komin á Sjálvstýrislistan til fólkatingsvalið.
Tey eru Rúna Sivertsen í Klaksvík, Kristianna Toftegaard Larsen í Fuglafirði og Eileen Sandá í Vági.
Sostatt eru 10 valevni á sjálvstýrislistanum, fimm mannfólk og fýra konufólk og tað er rættiliga nær við eina fullkomna javnstøðu.
Tey 10 valevnini eru:
Dávur í Dali, Eilen Sandá, Jan A. Joensen, Jóannes N.Dalsgaard, Karl A. Olsen,
Kári á Rógvi, Kristianna W. Poulsen, Kristina Toftegaard Larsen, Rúna Sivertsen og Teitur Vágadal.
Kári á Rógvi, floksformaður, fegnast um, at fleiri kvinnur nú hava játtað at stilla upp, tí hann viðgongur, at listin var nakað lagghallur, sum hann var.