Høgni Mohr
Kenda nýttársøkið í Vági verður nú fríðkað við góðum gróti úr Skørðunum í Porkeri. Økið er vestaliga í býnum, á tríkantinum undir Báraldarbakka. Har verður bátur brendur hvørt gamlaárskvøld.
Longu í fjør varð farið undir at gera girðing um økið. Standmynd varð eisini reist áðrenn vágbingar sleptu árinum 1999.
Eftir seinasta nýttárshaldið fóru kommunumenn í bygdini undir umfatandi grótarbeiðið. Grót verður lagt á allan tríkantin, sum hann er, og í hesum sam