Tráin skal umboða tey lesandi

Tað verður 22 ára gamli Tráin Petursson Nónklett, ið skal umboða tey lesandi í stýrinum fyri Fróðskaparsetur Føroya. Tað er greitt, eftir at freistin at atkvøða til stýrisvalið var farin mánakvøldið. Tað upplýsir Fróðskaparsetrið á heimasíðu síni.


Fimm lesandi bjóðaðu seg fram til stýrisvalið, og fekk Tráin Petursson Nónklett flest atkvøður við 36,2 av atkvøðunum. Næst honum var Ingilín D. Strøm, ið fekk 28,6 prosent av atkvøðunum, og verður hon varaumboð í stýrinum. Hini sum stillaðu upp vóru Sólfinn Hansen, Bjørn Emilsson Thomsen og Peter Smedskjaer.


Áhugin fyri valinum var ikki serliga høgur millum tey lesandi. Einans 105 út av 946 fulltíðarlesandi greiddu atkvøðu til stýrisvalið. Tað er ein valluttøka á 11 prosent.