Træið hjá Edmund og fiskidagar

Meðan tað leikaði hart á í løg­­ting­­i­num mik­u­dag­in í sam­­bandi við upp­skot­ið hjá lands­stý­r­i­num um fisk­i­da­g­ar­nar – og með­an til­svar­andi elju­stríð hót­t­ir sam­an­hald­ið í Sam­bands­flokki­n­um, so sendi Edmund Jo­en­sen, løg­tings­mað­ur, fólk­a­ting­s­mað­ur og fyrr­ver­andi løg­mað­ur, út tíð­inda­skriv um eitt træ í urta­garð­i­num heima hjá sær sjálvum, sum hann fekk í føð­ing­ar­dags­gávu hjá Javn­að­ar­flokk­i­num.

Júst hvat end­a­mál­ið var við hes­­um filmi um træ­ið, sum skuldi vísast á heima­síð­uni hjá Ed­mundi Jo­en­sen í gjár, er ikki greitt.
Okkum lysti at vita, hví miðla­ráð­gev­in – ella spinn­dokt­ar­in – hjá Edmundi vel­ur júst hetta stunt­ið júst mik­u­dag­in seinn­a­part­in. Man tað vera fyri at tosa um okk­urt ann­að, enn at Ed­mund at­kvøddi fyri skerj­ing­ini av fisk­i­døgøum?
Men meðan Bjørn Kalsø boð­aði frá, at hann kanska var á veg úr Sam­bands­flokk­i­num, so upp­lýsti Ed­mund Jo­en­sen, at hann er glaður fyri træ­ið, sum hann fekk frá Javn­að­ar­flokk­i­num. Jú mong eru á­huga­málini í politikki – summi truplari enn onnur...