Trý heiðursmerki til bogaskjúttar

Føroyar vunnu trý heiðursmerki í sonevndu head-to-head kappingini í dag. Einki av heiðursmerkjunum var tó úr gulli, sum nógv annars høvdu vónað.

 

Kappast var í recurve og compound hjá bæði monnum og kvinnum, og Føroyar vunnu trý heiðursmerki.

 

Hans Petur Højgaard vann silvur í recurve, Albert Dam vann bronsu í compound, og Sigrid Vang vann bronsu í compound.

 

Jógvan Niclasen, sum hevur skotið sera væl á Oyggjaleikunum higartil, rakk ikki heiðursmerkjaplássi í hesi kappingini. Bogaskjúttarnir hava sínar seinastu kappingar í morgin.