Fýra ungir íðkarar úr Hvirluni luttóku farna vikuskiftið í kappingini um danska meistaraheitið innandura fyri ung, sum aftur í ár var í høllini í Skive. Tey ung, sum royndu seg, vóru Børka Berg Jørgensen (trýstøkk), Miso Buha (trýstøkk og 200 m), Lýdia Poula Simonsen (kúlustoyt) og Dánjal Dahl Ljósheim (60 m, 200 m og 400 m), skrivar Heri Ziska, venjari.
- Miso Buha byrjaði við trýstøkk, har hann var styrkismettur sum nummar tvey. Miso endaði við at ogna sær eitt trygt silvurmerkið fyri 12,76 metrar, sum er tað longsta hann hevur lopið í ár, skrivar Heri Ziska.
Hann rann eisini 200 metrar, men hevur ikki raðfest hendan partin. Lýdia Poula Simonsen gjørdi bart í kúlustoyt í aldursbólkinum Gentur 18-19 ár. Hon var mett at mangla hálvan annan metur í at røkka silvurheiðursmerkinum, men endaði bara við at mangla ein hálvan met.
##med2##
- Úrslitið var at hon gjørdist fyrsta føroyska kvinna, sum kom útum 11 metra strikuna innandura. Við 11,05 m var hon bert tveir sentimetrar frá silvurmerkinum. Í sætta umfarið bøtti hon aftur um føroyska metið við at leggja seks sentimetrar omaná, skrivar Heri Ziska.
Dánjal Dahl Ljósheim (Dreingur 20-22 ár) hevur økt munandi um venjingarmongdina í vetur, har serliga úthaldni hevur verið í fokus. Hesa ferð hevur hann valt at fokusera uppá sprint, har hann royndi seg á øllum sprintteinunum, 60, 200, og 400 metrum.
Í 400 metrum bleiv hann nummar trý við tíðini 53,20 sekundum. Í 60 metrum bliv hann nummar fýra og betraði um sítt egna met. Á 200 metrum rann hann einsamallur í C-bólkinum, tí hann ikki hevur úrslit at vísa á.
##med3##
- Á málinum segði klokkan 23,51 sek. Tað er 0,04 sek skjótari enn 7 ára gamla føroyska metið á teininum, skrivar Heri Ziska.