- Trúgvið ikki øllum tit lesa

Juan Mata hevur fyribils ongar ætlanir um at fara úr Manchester United

Spanski kreatørurin á liðnum hjá Manchester United, Juan Mata, skifti til Manchester United fyri tveimum og einum hálvum øðrum ári síðani, eftir at táverandi Chelsea venjarin, José Mourinho, ikki sá seg finna pláss fyri honum á liðnum hjá Chelsea.

 

Tískil fóru søgurnar um eitt skifti beinavegin í gongd tíðliga í summar, tá José Mourinho varð kunngjørdur sum Manchester United venjarin.

 

Men sambært Juan Mata sjálvum, er ikki heilt víst, at hann fer nakran veg.

 

Við enskar miðlar hevur Juan Mata í dag sagt.

 

-       Trúgv ikki øllum sum tit síggja og lesa í miðlunum.

 

Hann sipar tá til allar teir ymsu miðlarnir, sum hava skriva í alt summar, sum um at Juan Mata er á veg út úr Manchester United.

 

Juan Mata skifti í januar 2014 til Manchester United.