ES-nevndarforkvinnan, Ursula Von der Leyen, hevur á tíðindafundi í dag sagt, at ES vil hava fleiri revsitiltøk móti Russlandi.
Orsøkin er hersetingin og russiska krígsførslan í Ukraina.
Sambært forkvinnuni vil ES-nevndin hava revsipakka nummar 18 settan í verk móti Russlandi.
Sambært norska kringvarpinum - NRK - ber hesin pakki við sær, at prísurin á russiskari olju lækkar, og at revsititøk móti triðjalondum verða herd.
Ursula Von der Leyen sigur, at ES-nevndin eisini vil hava, at forboð verður sett í verk móti 22 bankum í Russlandi.











