Tað royndist væl hjá TB mikukvøldið. 1-1 í Klaksvík bar við sær, at liðið lyfti seg upp um strikuna, tí B68 snávaði í Vági. Vónbrotnu toftamenninir stóðu og bíðaðu eftir at sleppa umborð á Smyril á Krambaganga, tá ið væl nøgdu TB spælararnir komu í land.
TB avrikið í Klaksvík bar boð um, at teir á Tvøroyri avgjørt ikki hava givið skarvin yvir. Dmitrije Jankovic var fremsti maður. Hann arbeiddi sum ein hestur og var orsøk til støðugt órógv í KÍ verjuni.
Allir teir, sum vóru í Klaksvík mikukvøldið, eru tøkir, tá ið YB seinnapartin fær vitjan av Víkingi.
Setningurin hjá Víkinga venjaranum Jógvani Martin Olsen er at halda sínum til í stríðnum at vinna bronsukrónurnar. Rætturin at spæla í altjóða kappingunum næsta summar varð tryggjaður í steypafinaluni. Síðani hevur Víkingur tapt bæði ímóti NSÍ og ÍF, og í dag fæst at síggja, um teir ljósabláu fara at megna at reisa seg ímóti tvøramonnum, sum rættuliga trúgva upp á, at tað skal bera til at varðveita plássið í Effo deildini.
Allir teir, sum vóru við ímóti ÍF, eru tøkir. Sølvi Vatnhamar kom ikki heim úr Danmark mikukvøldið. Tá ið TB í fyrsta umfari hevði vitjan av Víkingi, fóru gestirnir til hús aftur við 2-0 sigri.