Hóast HB hevur tapt sannførandi ímóti KÍ-kvinnunum í landskappingini í ár, so trúgva HB-kvinnurnar uppá ein sigur í steypafinaluni. Sagt verður úr HB, at tað verður sera torført at koppa klaksvíkskvinnum, men tað er avgjørt ikki ógjørligt.
HB-kvinnurnar høvdu tvær vikur í feriu eftir seinasta leikumfarð, og síðstu tvær vikurnar hava tær vant fýra ferðir um vikuna. Liðið hevur havt nakrar skaðar at dragast við, men allar verða klárar til dystin.
Útisetar vera við
Undanfarin ár hevur HB styrkt seg til steypafinalurnar við útisetum, og hetta verður eisini gjørt í ár. Tær báðar Liljan Petersen og Silja á Borg, ið báðar búgva í Danmark, verða at síggja á HB-liðnum ólavsøkudag.
Úr HB høvdu tey eisini vóna at havt Eyðvør úr Dímun og Anniku Godtfred við, men báðar eru skaddar, og vera tær tí ikki við.
HB-kvinnurnar hava leikt ein venjingardyst ímóti U19-landsliðnum, og vunnu tær ein tryggan 4-0 sigur. Malan á Dunga og Ása úr Dímun skutu tvey mál hvør. Bæði Ása og Malan eru tveir ungir og evnaríkir leikarar, og báðar skulu fyri fyrstu ferð leika steypafinalu í ár.
HB í finaluni seinastu fimm árini
Tað er við at gerast gerandiskostur hjá HB-kvinnunum at spæla steypafinalu, tí HB hevur verið eina liðið í finaluni líka síðan 1998.
Tær hava vunnið tríggjar finalur, og tapt eina. Í 1998 vann HB á grannunum úr B36, og næstu trý árini var mótstøðu liðið tað sama sum ólavsøkudag, nevnliga KÍ.
KÍ vann finaluna í 2000, meðan HB vann í 1999 og 2001, og spennandi verður at síggja, um tað aftur í ár eydnast HB-kvinnunum at koppa KÍ.
.