Trúgva meira upp á U21

Nú ber til hjá fólki at fáa sær ein eyka spenning til báðar landsdystirnar, sum Føroyar spæla í dag. Danske Spil, sum er umboðað av P/F Ítróttarvedding í Føroyum bjóðar odds uppá báðar dystirnar. Sigast má, at almenna danska veddingarfyritøkan hevur størri tiltrúgv til føroyska U-21 landsliðið, enn til føroyska A-landsliðið.

Danskespil bjóðar peningin 5,5 ferðir aftur, um føroyska U21-landsliðið vinnur á Lettlandi. Teir bjóða pengarnir 1,45 aftur, um Lettland vinnur, meðan oddsini uppá javnleik eru 3,6.

Sigur til føroyska A-landsliðið yvir Litava gevur pengarnar heilar 9 ferðir aftur. Meðan oddsini uppá litavaskan sigur eru bert 1,22. Oddsini uppá javnleik á Svangaskarði eru 4,6.

Er onkur djarvur og setir pening uppá, at bæði tey føroysku landsliðini vinna í morgin, so eru oddsini fyri tí heili 49,5.

Oddsini uppá javnleik í báðum dystum er 16,56. Meðan oddsini uppá útisigrar til bæði baltalondini bert er 1,76.

So eingin ivi er um, at Lettland U21 og serliga Litava eru favorittar í dag.