Tríggjar virðislønir handast í dag

Í dag verða Mentanarvirðislønir M. A. Jacobsens og Barnabókavirðisløn Tórshavnar býráð handaðar í Sjónleikarhúsinum í Havn

Á hvørjum ári miðskeiðis ella seint í september verða virðislønir latnar fyri barnabøkur, fagurbókmentir, yrkisbókmentir og onnur mentanarlig avrik. Í ár verða tvær Mentanarvirðislønir M. A. Jacobsens og ein Barnabókavirðisløn Tórshavnar býráðs latnar.

Handanin fer fram í Sjónleikarhúsinum í Havn. Lærarar og næmingar frá Tórshavnar Musikkskúla taka lut, tá ið handanin, sum er almenn, fer fram.

Bókmentavirðislønir M. A. Jacobsens vórðu fyrstu ferð handaðar í 1958. Reglugerðin fyri virðislønunum er broytt fleiri ferðir síðani og heitið somuleiðis. Heitið er nú Mentanarvirðislønir M. A. Jacobsens, og nevndin hevur heimild at lata tríggjar virðislønir, eina fyri fagurbókmentir, eina fyri yrkisbókmentir, og eina fyri mentanaravrik. Við mentanaravrik verður hugsað um fólk, sum hava gjørt nakað av týdningi fyri føroysku mentanina. Um nevndin heldur, at einki verk ella avrik er virðislønarvert, kann hon lata vera við at lata nakra virðisløn.

Síðani 1976 eru Barnabókaheiðurslønir Tórshavnar býráðs latnar. Tær kunnu latast rithøvundum, týðarum, listafólkum og einstaklingum. Í mesta lagi ber til at lata tvær lønir.