Vit hava á hesum stað fyrr viðgjørt tingmannalønirnar, ið vit ikki hava hildið verið á nóg høgum støði - men tá løgtingsformaðurin júst nú kemur við uppskoti um so stóra hækkan - samstundis sum partamaður hansara í fíggjarmálastýrinum við hond og fót stríðist fyri at halda lønarkrøvum fólksins niðri - tá er talan um vantandi situatiónsfornemmilsi so tað rungar.
Hví skal fólkið brynja seg við toli, tá tingmenn ikki gera tað?
Ein provokatión móti Føroya fólki.
Týskvøldið upplivdu við so ein triðja tjóðveldismann trína fram við sínum boðskapi: Føroyingar, sum lesa í Danmark, skulu ikki hava sama lestrarstuðul, sum teirra samlesandi danir.
So fingu vit tað staðfest, at vælferðin lækkar, tá vit fáa fullveldi.
Signar á Brúnni segði tað so greitt:
? Hví skulu vit endiliga hyggja eftir donsku stuðulsskipanini? Hví ikki hyggja eftir teirri svensku, norsku, íslendsku ella finsku? spurdi landsstýrismaðurin.
Danska stuðulsskipanin er heimsins besta. Tað eru hinar norðurlensku skipanirnar ikki. Men tann danska skal ikki brúkast sum fyrimynd, heldur onkur »verri« og »bíligari«, sum »hóskar til okkara støði«, heldur landsstýrismaðurin.
Tað er at fegnast um, at tjóðveldismenn nú eru farnir at siga fólki, at livistøðið fer at lækka, tá vit fáa fullveldi. Men tað er samstundis eitt krav, at Føroya fólk fær greitt at vita, hvussu vælferðarskipanin verður - áðrenn fólkaatkøvðurnar. Fólkið skal ikki taka støðu út frá herrópum - men frá veruleikanum?