Størsti spenningurin er kanska í Hoyvíkarhøllini, har VÍF fer á vitjan. Vestmenningarnir hava higar til fulla úrtøku fyri sínar fýra dystir, og taka teir eisini stigini í Hoyvík, fer longu at síggja heilt gott út fyri teirra vónum um at røkka einum finalusessi. Hinvegin hava hoyvíkingar eisini víst sera góðar taktir ? tó at tveir dystir eru taptir ? og skulu teir hanga við í oddinum, so er neyðugt við einum sigri sunnudagin.
Og á Skála hittast FM-finalistarnir frá í vár, StÍF og Neistin. Samstundis er her talan um uppgerð millum liðini, sum renna beint aftan á vestmenningum, og tí eru tvey stig avgjørda málið hjá báðum pørtum.
Í Havn er botnuppgerð á skránni, tá Kyndil tekur móti KÍF.










