Tríggjar systrar bjargaðar á undurfullan hátt

- Hereftir sleppur eingin at sita í mínum bili uttan trygdarbelti, sigur 18 ára gamla Tórfríð Arnfríðardóttir Jacobsen í Skálafirði. Saman við yngru systrum sínum, 17 ára gomlu Lindu og 15 ára gomlu Annvør, koyrdi hon útav vegnum millum Skipanes og Skálafjørð týsdagin fyri páskir.

Hon ræður øllum til altíð at nýta trygdarbelti í bili.
- Eg visti ikki, hvussu eg skuldi bera meg at, og helst havi eg bremsað ov hart, tá bilurin fór skeivur. Tað átti avgjørt at verið ein partur av koyrifrálæruni, hvussu tú skalt gera, tá slíkt hendir, sigur Tórfríð.
Tær tríggjar systrarnar vóru á veg inn móti Skálafirði, tá Tórfríð brádliga misti tamarhaldið á bilinum.
- Tað gekk so ógvuliga skjótt fyri seg, og í grundini veit eg als ikki, hvat tað var sum hendi, sigur Tórfríð, sum er sera takksom fyri, at tær allar komu frá hendingini við lívinum.
Tórfríð og systirin, Linda, sum sat framman, vóru báðar bundnar, men Annvør, sum sat aftanfyri, hevði ikki bundið seg í trygdarbeltið.
At tær tríggjar sluppu við lívinum í varveitslu, er óskiljandi, tá hugt verður at, hvussu bilurin sær út.
Tórfríð sigur, at hon koyrdi við loyvdari ferð, men at tað brádliga sýntist, sum bilurin var leysur av vegnum. Hon fekk koyrikortið í juni mánaða í fjør, so hon er ikki heilt óroynd sum bilførari.
Tær báðar, sum sótu framman, fingu bert smásnuddir, men Annvør, sum sat aftan, uttan trygdarbelti, breyt øsbeinið meint.
Út gjøgnum bakrútin
Annvør varð slongd og lá hálv út gjøgnum bakrútin, og tað er ilt at siga, hvat hent hevði henni, bóltaði bilurin einaferð enn.
- Annvør situr oftast aftan fyri og hóast tað, plagar hon altíð at sita í trygdarbelti. Eg biði altíð tey, ið sita frammanfyri, binda seg, men hereftir verða øll, sum koyra við mær, biðin um at binda seg - tey sleppa ikki undan, sigur Tórfríð.
Hon hevur lært nógv av hesum túri, sum væl kundi havt verið hennara seinasti. Hon er ein sera skilagóð genta, sum longu hevur gjørt sær sínar tankar um, hvat átti at verið øðrvísi.
- Ein partur av koyrifrálæruni skuldi snúð seg um, hvussu tú gert, tá ymiskar vandastøður í ferðsluni koma fyri, sigur hon.
Meir millum himmal og jørð
Bilurin fór, sum sæst á myndunum, ógvuliga illa, og tað sær út sum eitt undur, at genturnar eru komnar frá hendingini við lívinum.
At tað var eitt undur, er Tórfríð als ikki í iva um.
Sama morgun, sum óhappið hendi, hevði ein donsk kvinna, sum var heima á vitjan hjá vermóðir Tórfríð, eina sjón.
Henda kvinnan, sum av og á sær sjónir, sá sjúkrabilar og skeltir á vegnum, sum boða frá ferðsluóhappi. Hon visti, at hetta var ein forsjón, men ikki, hvar hetta fór at henda - í Føroyum ella Danmark.
Allan dagin bar hon hetta fram fyri Gud, og bað hon inniliga, at einki ilt mátti henda.
Tórfríð sigur, at tað vóru hennara bønir og Guds almáttuga hond, sum bjargaði henni og systrunum frá deyðanum.
- Tað, sum er mest umráðandi hjá øllum, er at eiga tað trygdarbeltið, sum er yvir øllum trygdarbeltum - Harran Jesus Kristus, sigur Tórfríð Arnfríðardóttir Jacobsen at enda í samrøðuni við Sosialin.