Tríggjar nýggjar barnafamiljur á Sandi

Meðan fólkatalið í Sandoynni hevur verið minkandi í fleiri ár, gleðir tað borgarstjóran í Sands kommunu, Brand Sandoy, at tríggjar barnafamiljur júst eru fluttar til Sands at búgva

SANDUR

Nú er eitt lítið ár síðan, at Brandur Sandoy gjørdist borgarstjóri í Sands kommunu.
Hetta er fyrsta skeiðið hjá honum í kommunalpolitikki, og hann heldur, at hesir 11 mánaðirnir, sum farnir eru av tíðini hjá honum í borgarstjórasessinum, kanska hava verið eitt sindur buldrasligir. Kortini heldur hann, at hetta hevur verið ein spennandi og áhugaverd tíð.
Borgarstjórastarvið í Sands kommunu er hálvtíðarstarv, men Brandur Sandoy er eisini seyðabóndi. Hagin, har seyðurin hjá honum gongur, liggur á eystursíðuni á oynni, norður móti Skopun.
- Eg havi umleið 200 seyðir. Hetta tekur ikki so nógv av mínari tíð til dagligt, undantikið tá farið verður á fjall, og tá slaktið er fyri um heystarnar.
Brandur sigur, at Sands kommuna kundi havt borgarstjóra í fulltíðarstarvi, men hevur valt at hava hetta sum hálvtíðarstarv.
- Eg veit heldur ikki, um grundarlag veruliga er fyri fulltíðarstarvi sum borgarstjóri í kommununi, leggur hann aftrat.

Fólk flyta til
Fólkatalið á Sandi liggur millum 550-560, og bygdin er eins og aðrar bygdir í Sandoynni vorðin fámentari við árunum.
Borgarstjórin kann tó fegnast um, at tríggjar ungar barnafamiljur júst eru fluttar til Sands at búgva.
- Onkur hevur keypt sær hús, meðan onnur eru farin at leiga og vilja ivaleyst hyggja seg um, áðrenn avgerð verður tikin. Hetta eru fólk, har í minsta lagi annar parturin hevur røtur í oynni.
Brandur Sandoy kann soleiðis eisini fegnast um, at barnatalið á Sandi við hesum tilflytingum fær eitt skump í rætta endan.

Avtala um skúla
Sands kommuna og Húsavíkar kommuna, sum eisini fevnir um Dal og Skarvanes, hava nú gjørt eina avtalu um samstarv, sum bæði fevnir um barnagarð og skúla á Sandi.
- Samstarvið merkir, at børn í Húsavíkar kommunu nú bæði kunnu koma í okkara barnagarð og nýggja barnaskúlan við frítíðarskúla, har næmingar í 1. flokki og til og við 5. flokki ganga.
Brandur Sandoy vísir á, at Sandoyar Skúlasamband, sum hevur umboð úr kommununum í oynni, umsitir samstarvið um meginskúlan, har næmingar ganga í 6. flokki og upp í 10. flokk.
- Hetta samstarvið, sum vit nú hava gjørt við Húsavíkar kommunu, fevnir soleiðis um børnini, sum ikki hava aldur til 6. flokk, leggur borgarstjórin aftrat.