Tríggjar nýggjar barnabøkur

Bókadeild Føroya Lærarafelags hevur givið út 3 bøkur:

Myndabókina »Lena og Pól« eftir Anju Rieger

Barnabókina »Ýr« eftir Vivian L. Guðmundsson. Annika Lávík myndprýddi

Barnabókina »Smáttan í Stóraskógi« eftir Lauru Ingalls Wilder. Garh Williams myndprýddi


 

»Lena og Pól« er litføgur myndabók, ætlað teimum smáu. Søgan er um tey bæði, smágentuna Lenu og Pól, spælibjørn hennara: Lena er so góð við Pól, men Pól er ikki fegin um, hvussu Lena vísir honum kærleika og umsorgan. Ein dagin ger tann friðarliga bjørnin av, at nú skal hon vísa Lenu, hvussu tað er at verða dragsaður, tveittur og handfarin allan dagin...

»Lena og Pól« er 32 bls. í litum, bundin inn í stíva permu og kostar kr. 75. Niels Jákup Thomsen týddi tekstin úr týskum. Spf. Hestprent stóð fyri prenttilgerðini.

»Ýr« er upprunaføroysk barnabók, ætlað at lesa fyri teim smáu. Høvuðspersónurin er Ýr, ein fitt 5 ára gomul genta, sum býr saman við mammu, pápa, tvíburðabeiggjunum Rólvi og Grana og stórusystrini Drós onkustaðni í Føroyum. Ýr hevur óføra gott hugflog. Hon spælir og finnur upp á alla tíðina. Eitt kvøldi finnur pápin ein dunnuunga í garðinum, og tað dámar sjálvandi Ýr. Eina nýggja vinkonu fær hon eisini, tá ið Røskva kemur at ferðast í grannahúsinum.

Bæði pápi og stórasystur siga søgur fyri Ýr, og soleiðis verða eisini tríggjar søgur í søguni: Um vættrarnar Snurra og Vupp, um eingilin Andras, og um tá ið abbin var smádrongur.

Ýr er 68 bls. við litmyndum, bundin inn í stíva permu og kostar kr. 95. Hestprent stóð fyri prenttilgerðini.

»Smáttan í Stóraskógi« er fyrsta av heimsgitnu »Smáttu-bókunum« hjá Lauru Ingalls Wilder (1867-1957), sum komu fyrstu ferð 1932-43. Høvundurin var tá 65 ára gomul. Í átta ævisøgukendum bókum lýsir hon barndómsárini, fyrst í Wisconsin og seinni á preriuni, slættlendinum í Miðvestri. Í 1953 varð øll røðin endurútgivin við tekningum Garth Williams, og í hesum líki eru bøkurnar týddar og givnar út um allan heimin.

Í »Smáttuni í Stóraskógi« lesa vit um smágentuna Lauru, stórisystir Mary og lítlusystir Káru, ið búgva saman við mammu og pápa í Stóraskógi í Wisconsin. Smáttan er umgird av skógi, og har eru nógv vill dýr, bæði revar, hjørtir, íkornar, bjarnir og úlvar. Lívið er eitt vaks at lívbjarga sær, og tær smáu genturnar noyðast at hjálpa, so frægt tær eru mentar. Og alla tíðina er vandi á ferð, t.d. tá ið bjarnir og úlvar koma at vitja.

Men um kvøldið, tá ið lampan er tendrað, og húsfólkið sessast við eldstaðin, er friður og hugni. Pápin tekur mangan fiólina fram, spælir og syngur, og so dugir hann eisini so væl at siga frá spennandi søgum.

Lærarar á ársskeiði á Føroyamálsdeildini í 1972-73 týddu »Smáttuna í Stóraskógi«. Teir eru Ole Jacob Nielsen, Guðrið Helmsdal, Páll Sivertsen, Óla Jacob Jacobsen og Rólant Lenvig. Vegleiðari var Jóhan Hendrik Winther Poulsen. Rólant Lenvig hevur nú greitt handritið til prentingar.

»Smáttan í Stóraskógi« er 178 bls. og kostar kr. 130 heft. Í komandi viku verður hon eisini at fáa innbundin, og tá kostar hon kr. 170. Pf. Einars prent hevur sett, umbrotið, prentað og bundið inn.