Fyrrverandi bókhaldarin hjá Formula.fo og kassameistari í EB/Streymi varð í Føroya Rætti í morgun dømdur tvey ára fongsul, harav teir tríggir mánaðirnir eru treytaleysir. Eisini skal maðurin gera samfelagstænastu í 240 tímar innan 18 mánaðir eru farnir.
Maðurin var ákærdur fyri í trimum førum at hava flutt pengar frá Formula.fo til EB/Streym.
Fyrsta ákæran ljóðaði upp á 34 flytingar á tilsamans 5.019.598,75 krónur í tíðarskeiðinum mars 2008 til februar 2010. Onnur ákæran ljóðaði upp á 9 flytingar í tíðarskeiðinum apríl 2009 til februar 2010 á tilsamans 118.242,00 krónur, og í triðja lagi í tíðarskeiðinum mai 2009 til februar 2010 at hava tikið út kontantan pening í 11 umførum á tilsamans 220.000,00 krónur.
Tilsamans hevur fyrrverandi bókhaldarin sostatt svikað fyri 5.357.840,75 krónur. Av hesum hevur ákærdi bókhaldarin goldið aftur 996.000,00 krónur.
Ákærdi maðurin fekk um páskirnar 2007 áheitan um at gerast kassameistari í fótbóltsfelagnum EB/Streymi, og eftir at hava hugsað seg um, játtaði hann.
Men hann dugdi ikki at siga, hví hann umleið eitt ár seinni byrjaði at flyta pening frá Formula.fo til EB/Streym.
Gjørt avtalu
Fyrstu ferð, at maðurin flutti pengar frá Formula.fo til EB/Streym var í mars 2008. Upphæddin var 245.000 krónur.
Orsøkin var sjálvandi, at fótbóltsfelagnum vantaði pengar. So undarligt tað enn ljóðar so segði kassameistarin, at eingin annar í felagnbum kendi nakað til hesar flytingarnar, hvørki formaður ella aðrir nevndarlimir.
Maðurin greiddi frá, at hann var undir ógvusligum trýsti orsakað av hesum peningaflutningunum, og í februar 2010 gjørdi hann av at leggja kortini á borðið mótvegis stjóranum á Formula.fo.
Hann gjørdist sjálvandi skelkaður, tá hann fekk hetta at vita, og ákærdi maðurin bjóðaði sær til at hjálpa til við at fáa greiði á, hvussu nógvan pening, tað snúði seg um tilsamans.
Í rættinum í morgun kom tað so fram, at samlaða upphæddin var omanfyri 5,3 milliónir krónur, men tað áhugaverda var kanska, at maðurin hevði gjørt eina avtalu við Formula.fo um at gjalda peningin aftur.
Eisini varð eitt skriv lisið upp í rættinum, har Formula.fo boðar løgregluni frá, at teir ongan áhuga hava í at melda málið, og at fyritøkan hevur gjørt avtalu við fráfarna bókhaldaran.
Samfelagstænastu
Ein partur av avtaluni millum Formula.fo og fráfarna bókhaldaran segði, at hon skuldi haldast loynilig. Men so hendi tað, at ein triðji persónur meldaði bókhaldaran til løgregluna, sum síðani tók málið upp.
Bókhaldarin hevur eisini alla tíðina játta seg sekan, so talan var um eitt játtanarmál, og tí var tað bert ein spurningur um revsingina.
Har mælti ákærin, Finn Ougaard, til, at maðurin bleiv dømdur í tvey ára treytaleysa fongsulsrevsing. Víst var sum altíð til líknandi dómar, og meðan ákærin dró á sítt borð, metti verjin, Anfinn V. Hansen, at umstøðurnar vóru so, at talan bert átti at vera um fongsul í eitt ár, og at revsingin átti at vera treytað.
Dómurin gjørdist tvey ára fongsul, tó bert teir tríggjar mánaðirnar treytaleysir. Hartil skal maðurin gera samfelagstænastu í 240 tímar innan fyri ei8tt tíðarskeið á 18 mánaðar.
Eftr at hava ráðført seg stutt við verjan, góðtók maðurin dómin.
Í bíðustøðu
Maðurin fór beinanvegin úr starvi hjá Formula.fo, tá hann hevði avdúkað ólógligu flytingarnar, men fekk tó starv sum skrivstovumaður hjá aðrari fyritøku. Har starvaðist hann fram til november 2010, tá hendan fyritøkan fór av knóranum.
Síðani hevur hann verið arbeiðsleysur, og við sakini hangandi yvir høvdinum hevur hann ikki gjørt tað stóra fyri at fingið arbeiði aftur.
Hann segði seg hava fingið nógva og góða hjálp frá vinum og familju og kennir seg væl millum bygdarfólkið. Dómarin legði dent á, at tað, at hann hevði hjálpt til við kanningararbeiðinum og at hann ikki sjálvur hevði havt vinning av svikinum var við til lutfalsliga linu revsingina.
Enn ber ikki til at siga, um ákæruvaldið góðtekur dómin ella kærir hann inn fyri Landsrættin.