Tríggjar mánaðir fongsul fyri grovan harðskap

Ein 33 ára gamal útlendingur var í Føroya rætti í dag dømdur til tríggjar mánaðir fongsulrevsing eftir, at hann á Grækarismessu framdi harðan harðskap uttanfyri eitt skeinkistað í Runavík. Tað visti Kringvarpið at siga í útvarpstíðindunum í kvøld.


Í bardaganum hevði ákærdi sparka og sligið ein annan persón soleiðis, at viðkomandi hevði brotið nøsina.


Umframt fongsulsrevsingina á tríggjar mánaðir, so verður ákærdi eisini útvístur í tvey ár.


Ákærdi, ið hevur bústað í Danmark, men arbeiðir fyri danskari fyritøku í Føroyum, tók við dóminum. Tað inniber, at hann situr dómin í Føroyum, og verður síðan útvístur.