Tríggjar mánaðar fongsulsrevsing fyri harðskap móti løgreglu

39 ára gamli maðurin, sum í farnu viku var ákærdur fyri at hava hótt við og roynt at skalla innsatsleiðaran hjá løgregluni fekk í dag tríggjar mánaða fongulsrevsing.

 Maðurin var ákærdur fyri at hava hótt og roynt at skalla innsatsleiðaran hjá løgregluni undir stóra løgregluátakinum í Miðvági 9. desember, tá ein annar maður var í skotbardaga við løgregluni.

Ákærin boðar frá, at maðurin skal sita 1 mánaða av dóminum, meðan hinir báðir mánaðirnir eru treytaðir.

Í dóminum varð vektað, at maðurin hevði familjutilknýti til mannin, ið var í skotbardaga við løgregluni, upplýsir ákærin.