Tríggjar góðar sjónvarpsrøðir á Netflix

Sjónvarpsrøðir úr Bretlandi og USA standa sterkar í kappingini við biograffilmarnar

Sjónvarpsrøðir hava altíð megnað at fanga fólk, og seinastu árini tykjast røðirnar úr sjónvarpi at hava verið meira framfýsnar, gjøgnumhugsaðar og nýskapandi enn endaleysu filmarnir úr Hollywood.
Og nú Netflix er komið inn í stovurnar, ber til at fara í holt við sjónvarprøðir og fylgja teimum í tínum tempo. Vit hava kagað í úrvalið hjá Netflix og peika á tríggjar framúr góðar røðir, tú átti at givið ein kjans.

Mad Men
Á ein lýsingarstovu í New York eru 1960’ini full av spennandi avbjóðingum og freistingum. Menninir roykja og drekka, kvinnurnar ganga teimum til handa. Ein bestu sjónvarpsrøðum í nýggjari tíð er dragandi og fangandi, og tá tú hevur brúkt nakrar løtur saman við Don Draper og hinum, hevur tú ikki hug at fara úr New York aftur.

The Hour
Politisk spenningsrøð um nýggja tíðindasending, sum BBC fer undir at senda í 1956. Freddie Lyon er tann framfýsni journalisturin, sum vil grava í teimum eymu søgunum. Á redaktiónini eru bæði persónligar og arbeiðsligar konfliktir, og fólk við makt fylgja eisini við, hvat hendir. Frálík røð hjá BBC!

The Fall
Tá ið løgreglan í Belfast ikki kemur víðari í kanningini av einari røð av drápum, verður løgreglukvinnan Stella Gibson boðsend at hjálpa. Í røðini ber til at fylgja arbeiðnum hjá løgregluni og drápsmanninum Paul Spector, sum drepur ungar kvinnur í norðurírska høvuðstaðnum.